Jarðarhiti er vælegnaður til upphiting

ORKA: - Jarðarhiti er vælegnaður til upphiting av sethúsum og størri bygningum í Føroyum. Tað er niðurstøðan av mátingum, sum Jarðfeingi hevur gjørt

Jarðfeingi hevur seinastu árini gjørt royndir við jarðhitaskipanum í Føroyum. Harumframt hevur Jarðfeingi, sum ein part av hesum royndum somuleiðis kannað, hvussu onnur lond arbeiða við tílíkum skipanum.

Endamálið við kanningunum var at staðfesta, um møguleikar eru í Føroyum at gagnnýta jarðarhita til upphiting.

Og úrslitið av hesum er, at hetta bera væl til her á landi, sambært heimasíðuni hjá SEV.


200 metrar niður

Í juni 2008 vórðu tær innleiðandi mátingarnar gjørdar.

Hesar skuldu vísa, hvussu væl teir ovastu 200 metrarnir av undirgrundini kunnu nýtast til upphiting saman við eini hitapumpu.

Í november 2008 høvdu fimm úrvald hús virkandi hitaskipan við hitapumpu og einum ella fleiri 200 metra djúpum boriholum.

Mátingar frá hesum hitaskipanum eru síðani endaðar sum grundarlag undir einari tekniskari frágreiðing, sum svenska fyritøkan SWECO hevur gjørt saman við Jarðfeingi.

Niðurstøðan er, at um ávísar mannagongdir verða fylgdar, er jarðarhiti úr loddrøttum boriholum vælegnaður til upphiting av sethúsum og størri bygningum.


Minni CO2-útlát

Í dag er støðan hon, at jarðhitaskipanir taka millum 67 og 75% av hitaorkuni úr umhvørvinum. Restin av orkuni kemur frá elveiting.

Hetta merkir millum annað, at eini vanlig sethús sum brúka jarðarhita heldur enn oljufýr, lata millum 3 og 10 tons minni av CO2 út um árið, alt eftir, um elframleiðslan er við olju ella við vatni/vindi.

Hetta merkir haraftrat, at meiríløgan í eina jarðhitaskipan, við verandi oljuprísum og elprísum, kann sparast inn aftur eftir umleið 10 árum.


Má tryggjast

Tíðin er nú búgvin til, at jarðhitaskipanir - sum eitt alternativ til upphiting við oljufýri - verða gagnnýttar í Føroyum, metir Jarðfeingi.

- Fyri at hetta skal gerast veruleiki, er umráðandi at skipanir verða settar í verk til tess at tryggja brúkaran og minka um vandan fyri dálking av umhvørvinum, verður sagt frá SEV.

Neyðugt er eisini at fylgja ávísum mannagongdum, tá ið ein jarðhitaskipan skal gerast, so hon kann virka eftir ætlan.

Í stuttum kann sigast, at skipanin má gerast soleiðis, at orkutørvur og orkuskipan hjá bygninginum, støddin á hitapumpu og longdin á boriholi samsvara á ein hátt, sum gevur orkueffektivan og burðardyggan rakstur alla ta tíð, bygningurin verður brúktur.



2011

Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við lóggávu um jarðarhita, sum ætlandi kemur í gildi 2011. Henda lóggávan fer fyrst og fremst at tryggja brúkaran, sum velur jarðarhita til upphiting.

Tey, sum longu nú ætla at fáa sær jarðarhita, mugu sjálv tryggja sær, at teirra installatión er gjørd á besta hátt.



BORA

Jarðhitaboring uttanfyri skrivstovuna hjá Jarðfeingi í Hoyvík

Mynd: Jarðfeingi