Fyrrverandi polsku forsetahjúnini fara til gravar sunnudagin sum upprunaliga ætlað. Polskir fjølmiðlar søgdu fyrr í dag, at myndugleikarnir umhugsaðu at útseta jarðarferðina orsakað av teimum skerdu flúgvimøguleikunum, men nú hevur familjan hjá hjúnunum gjørt av, at jarðarferðin verður í morgin sum ætlað.
Forsetahjúnini skulu jarðast í Krakow har suðuri í Póllandi. Floghavnin har er ikki stongd, og tí kann tað hugsast, at onkrir ríkis- og stjórnarleiðarar fara við flogfari hagar, so teir kunnu fylgja hjúnunum.
Polsku myndugleikarnir hava sagt, at teir vænta leiðarar úr fleiri londum til jarðarferðina.