Jarðarferðin verður hósdagin

Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður, fer til gravar úr Vesturkirkjuni hósdagin

 

Jarðarferðin hjá fyrrverandi løgmanni Føroya, Maritu Petersen, verður úr Vesturkirkjuni tórsdagin klokkan 14.

 

Tað verður Marjun Bæk, prestur, ið heldur jarðarferðarguðstænastuna. Marjun Bæk er ættað úr Vági, eins og Marita Petersen.

 

Á grøvini fer GHM at spæla til sálmasangin. Tað er enn ikki greitt, um nakað annað líknandi tiltak verður í sambandi við jarðarferðina. Men Kári Petersen, einkjumaður eftir Maritu, sigur, at nógv hava bjóðað seg fram at sýna Maritu Petersen seinasta heiðurin við ymiskum tiltøkum.

 

Í Tinganesi verður flaggað í hálvari stong hósdagin, eins og børan við Maritu Petersen fær stóran krans við háttíðariligari áskrift. Hetta er vanlig mannagongd, tá ein fyrrverandi løgmaður fer til gravar, sigur Maiken Poulsen, protokollfúltrúði í Tinganesi.