Jarðarferðin hjá William Robert Reader í 1946

Í 1946 druknaði ein av manningini á bretska trolaranum "Navena", sum lá á Vestmanna. Maðurin var William Robert Reader, sum var giftur og átti fýra børn. 57 ár seinni komu tvær døtur til Føroya, funnu grøv hansara og reistu honum ein gravstein

Søgan er í stuttum hendan, at í 1946 sigldi 34 ára gamli William Robert Reader við bretska trolaranum "Navena" úr Fleetwood. Meðan trolarin lá á Vestmanna í besta summarveðri, fór William saman við trimum av manningini at svimja á sjónum. Meðan teir svimja, fær William knappliga krampa, og áðrenn tað eydnaðist at flota bát, var hann horvin.

Vestmenningar fóru at leita við nót og funnu líkið av Williami. Hendingin fór fram 27. juli 1946.

Líkið varð eftir boðum frá løgregluni og í samráð við enska konsulin í Føroyum, Robert Brockie, flutt til Havnar í báti, tí eingin koyrivegur var millum Vestmanna og Havnina.

Í samrøðu við myndablaðið Kolon í 1979 sigur Napoleon Christiansen, vanliga nevndur Poli í Mattalág, yvirgravari í Havn, at á ólavsøku í 1946 komu bretski konsulinum í Føroyum, Robert Brockie, og ein bretskur trolaraskipari at biðja seg grava ein grøv til ein breta, sum var deyður í Vestmanna. Teir vóru fýra, sum vóru farnir at svimja, men ein av teimum kláraði ikki túrin.

Robert William Reader var giftur og átti fýra børn, tvær døtur og tveir synir. Familjan í Onglandi fekk nakrar dagar seinni at vita at um tilburðin, og at William var grivin í Føroyum. Síðan hevur familjan havt nógvar ósvaraðar spurningar um hvat veruliga hendi hendan dagin, hvar pápin varð grivin o.s.fr.

Í fjør kom dótturin, Barbara Topping, sum býr í Onglandi, saman við systur síni, sum býr í Australia, til Føroya at leita eftir grøvini hjá pápanum. Við góðari hjálp frá Johan Restorff á Hotel Hafnia og bretska konsulinum Tummas Hanus Dam var funnið fram til Albin Simonsen í Vestmanna, ið var ein teirra, sum sá hendininga og kundi greiða frá hvat fór fram, og at líkið var flutt til Havnar, har tað varð jarðað.

Síðan varð leitað í yvirlitinum yvir tey, sum liggja í kirkjugarðinum, og funnið var fram til grøvina hjá pápanum. Eftir at grøvin varð funnin, gjørdu børnini hjá William R. Reader av at seta ein stein á grøvina hjá pápanum. Tey settu seg í samband við Høgna Larsen í Havn, sum gjørdi steinin og setti hann á grøvina.

Eftir øll hesi árini í óvissu um hvar pápin varð grivin, hevur familjan nú ein gravstað at vitja í Føroyum. Í summar vóru Barbara og maðurin Kenneth Topping í Føroyum og vitjaðu grøvina hjá pápa hennara. Barbara var átta ára gomul, tá pápin doyði.