Jarðarferðin hjá Robin Gibb verður í juni

Robin Gibb verður jarðaður í juni, og síðani verður stórt hátíðarhald fyri sangaranum í september.

 

Sonurin hjá Robin Gibb, Robin-John Gibb, hevur greitt boðað frá, at Bee Gees sangarin fær eina jarðarferð, har bara familja og vinir kunnu luttaka. Hendan verður í juni.

 

Síðani verður í september eitt stórt hátíðarhald í Saint Paul’s Cathedral í London, har almenningurin fær atgongd, sigur eb.dk umvegis Sunday Express.

 

Sonurin hevur eisini sagt frá smálutum í samband við deyðan hjá pápanum.

 

- Hansara lív endaði friðarligt og virðiligt. Tað var ikki fyrr enn seinni at eg græt og græt, sigur sonurin, sum hevur lagt jarðarferðina hjá pápanum til rættis í nú tvey ár.

Tá ið Robin Gibb ferð til jarðar vera ymiskir sangir spældir. Harímillum eru nøkur løg hjá Bee Gees, men eisini nøkur løg hjá Roy Orbison.

 

- Vit vita enn ikki hvørjir Bee Gees sangir vera spældir, men møguliga verður lagið hjá Roy Orbison “Crying” at hoyra. Pápi mín elskaði tónleikin hjá Roy, og teir vóru góðir vinmenn,

sigur sonurin við Sunday Express.