Jarðarferðin endaði við ófriði

Fólk í tíggjutúsundatali vóru í dag og fylgdu libanska fregnartænastuovastanum, Wissam al-Hassan, sum doyði av einari bilbumbu í libanska høvuðsstaðnum Beirut fyrradagin.

Myndugleikarnir bóru ótta fyri, at jarðarferðin skuldi elva til ófrið, og so varð. Tíðindastovurnar skrivaðu seinnapartin, at skot vóru at hoyra í gøtunum, og at nøkur fólk vóru særd. Seinni frættist, at myndugleikarnir høvdu sent stríðsvognar inn í býin fyri at fáa tamarhald á støðuni.

Andstøðan endurtók í dag, at hon vil hava forsætisráðharran frá, tí sambært andstøðuni er hann ikki annað enn ørindadrongur hjá stýrinum í grannalandinum Sýrialandi. Andstøðan vil vera við, at tað vóru sýrar, sum skipaðu fyri bumbuatsóknini, ið kostaði al-Hassan og sjey øðrum lívið.