Sýriskir mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at støðan í býnum Homs er ræðulig aftan á áhaldandi bumbuálop, og at fólk eru næstan frá sær sjálvum. Tað er ikki greitt, hvussu mong hava latið lív, síðani herurin fór undir álopið á býin, men sambært mannarættindafelagsskapunum doyðu 21 fólk í dag.
Bretski tíðindamaðurin Paul Wood, sum arbeiðir hjá bretska kringvarpinum BBC, hevur verið í Homs. Hann sigur, at nógv fólk tora ikki út um dagin, og at tey tí sníkja seg út um náttina at jarða tey falnu.
-Eingi avvarandi eru við, og har eru heldur ongar bønir. Tað ræður um at bera skjótt at, tí fólk kunnu eisini verða handtikin um náttina, sigur Paul Wood.