Jarða kjakið um sjúkrahúsini

Nýggjur landsstýrismaður fyri Miðflokkin er Karsten Hansen. Hann hevur sitið í landsstýrinum fyrr, bæði fyri Tjóðveldi og fyri Miðflokkin, men í báðum førum var tað sum fíggjarmálaráðharri.

Nú fer hann aftur út í Tinganes, men hesaferð sum heilsumálaráðharri. Karsten Hansen er klaksvíkingur, so kunnu norðoyingar nú kenna seg tryggar við, at Klaksvíkar sjúkrahús ikki verður rørt.

- Nú fáa vit at síggja, hvussu alt fer. Eg eri settur sum landsstýrismaður fyri eitt samlað sjúkrahúsverk, og ætlanin er sjálvandi – í hesum tíðarskeiðinum, sum eg komi at sita – at eg fari at virka fyri, at samlaða sjúkirahúsverkið í Føroyum verður so gott sum tilber, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at tað er ógvuliga týðand, at nøkur ting verða avsluttað og endaliga sett upp á pláss.

- Hetta snýr seg ikki um at oyðileggja nakað nakrastaðni, men heldur um at byggja upp, sigur Karsten Hansen.

Og fleiri avbjóðingar liggja fyri framman.

- Vit vita, at søgan um føroyska sjúkrahúsverkið og um hvørt tað skulu verða tríggjarleiðslur og trý sjúkrahús hevur verið ein afturvendandi trupulleiki í alt for nógv ár. Í góðum samstarvi við tey mongu og dugnaligu fólkini, sum eru í skipanini, havi eg sett mær fyri at enda tað, soleiðis at vit koma víðari á leið fram eftir, sigur Karsten Hansen.

Sum nevnt hevur Karsten Hansen verið fíggjarmálaráðharri í tveimum umførum, og tað gevur honum eina ávísa barlast.

- Eg havi frá heilt ungum havt ábyrgd har, sum eg havi verið. Og tá eg eri sannførdur um, at tingini venda rætt, havi eg ikki verið bangin fyri at tikið avgerðina, um eg havi hildið hana verið rætta, sigur Karsten Hansen.