Japonsk sending um Føroyar í bestu senditíð

VIDEO: Her ber til at síggja sendingina

Eitt sjónvarpssending um Føroyar varð leygarkvøldið víst í bestu senditíð í Japan. Hetta var ein sending, sum eitt japanskt sjónvarpslið hevur tikið upp í Føroyum í summar. Tey hava verið í fýra ymsum oyggjum og vitjað ymisk støð og tiltøk, harímillum ólavsøkuna. 

 

Sendingin um Føroyar er partur av kendu sendirøðini Discovery of the World’s Mysteries, sum verður send á landsdekkandi rásini Tokyo Broadcasting System hvønn leygardag millum 21-22. Í sendingini vitja vertirnir lond og støð kring allan knøttin fyri at gerast klókari um søguna og mentanina á staðnum. 

 

Nú var túrurin so komin til at vitja Føroyar. Fyrireikararnir lýsa sendingina soleiðis:

 

- Hesa ferð vilja vit varpa ljós á tað síðsta ókenda staðið í Evropa, Føroyar. Har eru nógv ting, sum japanarar ikki kenna til. Í sendingini fara vit at vísa nógvar síður av dragandi søguni og mentanini í Føroyum.

  

Hyggur mann eftir sendingini, sær mann, at tað av og á verður skift yvir til studioið, har sjey fólk eru við í einari spurnakapping. Hetta er vanligur partur av Discovery of the World’s Mysteries sendingunum.

 

 - Í sendingini er eisini ein spurnakapping um hetta landið/staðið. Tann eina av luttakarunum í spurnakappingini er ein kend japonsk dama, sum hevur verið við øll árini, sigur Elin Hentze, sum var ein av hjálparunum hjá japanska filmsliðnum í summar.

 

Omanfyri ber til at síggja sendingina.