Japanskur sendimaður í Føroyum

Tað er Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni, sum hevur fingið vitjanina í lag og lagt skránna til rættis.

 

Japanski sendimaðurin í Danmark er í Føroyum í hesum døgum.

Tað er Uttanríkistænastan hjá Løgmansskrivstovuni, sum hevur fingið vitjanina í lag og lagt skránna til rættis.

 

Fyrsti fundur í Føroyum hjá Mr. Seishi Suei var í gjár við Uttanríkistænastuna.

 

Á ferðini í Føroyum skal japanski sendimaðurin eisini hitta Ríkisumboðið, landsstýrismenninar í mentamálum og fiskivinnumálum, Bakkafrost og Tórshavnar kommunu. 

 

Japanski sendimaðurin fer av landinum í morgin.