Tá brúðurin Satoko Inoue gav brúðgomminum Tomohiro Shibata sítt Hai, - sum merkir ja -,var tað ikki eitt menniskja sum setti spurningin.
Tað var harafturímóti ein umleið hálvanannan metur høgur robottur við blómukransi, plastikkrotthala og blundakndi eygum, sum eitur I-Fairy, sum hevði leiklutin sum prestur.
Men hóast tað var ein robottur, sum setti spurningarnar, var tað ikki uttan at menniskja hevði ein fingur við í spælinum, tí nakrir káplar lógu nevniliga frá robottinum og aftur umm eitt svart teppi, har ein maður sendi gav I-Fairy boð um, hvat hann skuldi gera og siga.
Brúðleypið varð eisini gjøgnumført sum tað skuldi, og eitt nú minti robotturin brúðgommin á, at hann skuldi lyfta slørið á brúðurini.
- Men tað hevði nú verið gott, um robotturin var eitt sindur klókari. Men hon dugdi væl at úttrykkja seg, segði brúðgómurin eftir brúðleypið. Brúðgómurin veit nokk eisini hvat hann tosar um, hann er nevniliga professari í robotikki við lærda háskúlan í Nara í Japan.









