Eingin hjálp frá stjórnini til japanska bilaídnaðin í løtuni, men roknað verður við at okkurt fer at henda.
Japanski bilaídnaðurin, sum er millum heimsns størstu, er tann einasti í øllum heiminum har stjórnin ikki fer inn at hjálpa við einum hjálparpakka ella líknandi, sum tað til dømis verður gjørt í USA, Spania, Týsklandi og øðrum londum í sambandi við alheims fíggjarkreppuna, ið rakar bilaídnaðin sera hart.
Nissan og Renault stjórin, Carlos Ghosn, hevur biðið japonsku stjórnina um hjálp til at fáa gongd aftur á søluna av nýggjum bilum, sum í 2008 varð tann lægsta í 23 ár, men tað bleiv avvíst av stjórnini í Tokyo. Hetta hevur m.a. ført til at Nissan máttu siga 20.000 fólkum úr starvi.
Men roknað verður við at okkurt fer at henda, tí virðið á japanska yeninum er nógv hækkað í mun til amerikanska dollaran.









