Japanski búskapurin í fríum falli

Japanski búskapurin, sum er heimsins næststørsti, er í sera svárum trupulleikum. Minkandi bilasøla er ein orsøk Heldur fallið í japanska búskapinum fram óbroytt alt árið, verður tað 15,2 prosent, og so stórt hevur fallið ikki verið tey seinastu 50 árini, skrivar Reuters.

Nýggju tøl vísa, at japanska bruttotjóðarframleiðslan minkaði fýra prosent í fyrsta ársfjórðingi, og at framleiðsla og eftirspurningur eru steðgað upp.

Tølini vísa eisini, at onkran mánaðir hevur útflutningurin verið bara helmingurin av tí, sum hann var somu mánaðir í fjør. Ein stór orsøk til tess er tann minkandi bilasølan.