Japanski verjumálaráðharrin gav í morgun herleiðsluni boð um at seta landsins rakettverju í tilbúgvingarstøðu, samstundis sum herurin fekk boð um at standa tilbúgvin til at skjóta niður møguligar langtberandi rakettir úr Norðurkorea, um tær hótta landsins trygd.
Myndugleikarnir í Norðurkorea hava boðað frá, at landið ætlar sær at royna eina langtberandi rakett í næsta mánað sum lið í ætlanini at senda ein fylgisvein í ringrás um jørðina. Men amerikanarar og onnur lond siga, at talan er um eina hernaðarliga roynd.
-Eg havi givið herleiðsluni boð um at senda herskip og stríðsflogfør til Okinawa-oyggjarnar, tí vit rokna við, at tann norðurkoreanska rakettin fer tvørtur um oyggjarnar, segði japanski verjumálaráðharrin, Naoki Tanaka, við tíðindafólk í morgun.
Í næstu viku verður ein altjóða kjarnorkuráðstevna í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seul, har leiðarar úr øllum heiminum fara at tosa um kjarnorkuvápn og yvirgang.










