Nógv bendir á, at Takumi Minamino hevur spælt sín seinasta dyst fyri Liverpool. Japanski landsliðsspælarin kom til felagið í 2020, eftir at Liverpool hevði spælt móti Takumi Minamino og Redbull Salzburg.
27 ára gamli framrættaði miðvallarin hevur ongantíð vunnið sær fast pláss á liðnum hjá Liverpool, men hevur verið ein breiddarspælari, ið hevur avrikað væl, tá tað hevur verið heitt á hann. Hann var millum annað toppskjútti hjá Liverpool í bæði FA Cup og Liga Cup, sum Liverpool vann.
Millum annað BBC skrivar, at Liverpool hevur góðtikið eitt boð frá Monako upp á 150 milliónir krónur. Tað er við øllum. Søgan sigur, at italska Atalanta eisini ætlaði sær japanska landsliðsspælaran, ið hevur spælt 54 dystir fyri Liverpool og skorað 14 mál.