Umboð fyri Japansku sendistovuna í Keypmannahavn vóru fyrr í vikuni á vitjan í Klaksvík. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Vitjanin er komin í lag í kjalarvørrinum av vinarbýarsamstarvinum millum Klaksvík og japanska býin Taiji. Varaborgarstjórin Signhild V. Johannesen tók móti teimum báðum umboðunum fyri japansku sendistovuna, Yoshifumi Sasatani og Tokuro Ambe, umframt Sigmundi Ísfeld og Elisabeth Reinert Djurhuus frá Uttanríkistænastuni, ið vóru við japanska ferðaliðnum.
Á vitjanini í Klaksvík løgdu útlendsku gestirnir leiðina framvið ymiskar fyritøkur og virkir í býnum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
- Í Klaksvík vitjaðu tey fyrst á skrivstovuni hjá Christian í Grótinum í Norðhavnini, har Pól Huus Sólstein, stjóri í sølefelagnum North Pelagic greiddi frá, og síðan vitjaðu tey á Kósini hjá JFK, har Hanus Hansen, stjóri tók ímóti saman við Jógvan Hansen og Markus Tummas á Gravarbø, skrivar kommunan.
Túrurin hjá teimum útlendsku gestunum endaði í Býráðshúsinum, har tey fingu bjóða ein miðmála.