Stevnan, Kira Kira Con, verður hildin í Eysturskúlanum í Tórshavn, Nám x tann 16. til 18. oktobur.
Hetta er fyrstu ferð, at Kira Kira Con verður hildin og er næsta cosplay stevnan av sínum slag í Føroyum.
Kira Kira Con er stevna, har japanska mentanin innan tekniseriuheimin er í hásætinum, so sum cosplay, manga, videospøl, tónleik og anime. Høvuðseyðkenni fyri slíkar stevnur kring heimin er "Cosplay", ið er stytting fyri "Costumeplay". Cosplay er, at fólk gera og ganga í búnum við íblástri frá tekniserium, og verður hetta eisini í Kira Kira Con.
- Endamálið at halda stevnuna, er at samla fólk í Føroyum við hesum áhuganum, og at geva øðrum møguleikan at fáa eitt betri innlit í henda stuttliga, og til tíðir forvitnisliga, heim, skrivar Alex Palmquist Poulsen, ið er ein av fyriskiparunum.
Eisini fara nøkur listafólk at hava framsýningar, og er tað møguleiki hjá øðrum listafólkum at melda seg til á staðnum. Eisini verður skipað fyri fleiri kappingum.
Stevnan endar við at ein animedansur verður framførdur










