Forvitnislig listaframsýning letur upp fríggjadagin 14. september, kl. 17:00. Talan er um 5 listafólk úr Japan, ið eru knýtt at ella eru útbúgvin frá kenda listaakademinum NUA, Nagoya University of Arts.
Sigrun Gunnarsdóttir varð í 2005 og 2006 bjóðað at luttaka á workshop í Remisen í Brande saman við listafólkum úr øllum heiminum, og soleiðis kom sambandið við NUA í lag.
Ì fleiri ár hevur Remisen í Brande valt út tvey listafólk at fara til Japan, og Sigrun varð í 2008 bjóðað at verða við á slíkari workshop á Nagoya University of Arts. Uppihaldið, ið vardi í tveir mánaðar, gjørdist byrjanin til vinarband og samstarv millum føroysk og japansk listafólk, sum eisini vitjaðu í Føroyum fyri trimum árum síðani.
Hetta samstarv hevur slóðað fyri, at japansk listaframsýning nú á fyrsta sinni verður at síggja í Føroyum.
Japansku listafólkini eru fimm í tali, og tey siga soleiðis um Føroyar og framsýningina:
- Føroyar hava eina stórfingna náttúru, so nógv øðrvísi enn Nagoya, har ið vit búgva. Vit eru sera takksom fyri, at framsýningin kann verða eitt sovorðið stað, og vit vanta eina stóra ávirkan av ferðini. Ætlanin er, at framsýningin skal ferðast í Nagoya og Osaka í 2013. Vit vóna, at framsýningin fer at fáa vælvilja og vinarband í lag millum Føroyar og Japan. Framsýningin er í Norðurlandahúsinum.