Japanesar vilja á Mánan

Fyri 2030 skal Japan hava sett eitt rúmdarfólk á Mánan. Tað lovar landsins forsætisráðharri, Fumio Kishida.

 

Japanski miljarderurin, Yusaku Maezawa, kom herfyri aftur av altjóða rúmdarstøðini, ISS.

- Rúmdin gevur okkum ikki bara vónir og dreymar, men hon gevur okkum eisini eitt munandi búskaparligt grundfesti.

 

Tað segði japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, sambært Reuters, tá hann legði fram japansku rúmdarætlaninar í dag.

 

Ætlanin at senda ein japanesara á Mánan, sum hitt fyrsta ikki-amerikanska rúmdarfólkið, er ein partur av framsóknu amerikansku rúmdarverkætlanini, rópt Artemis.

 

Tá Japan nú vil vera við í amerikansku rúmdarverkætlanunum um Mánan, er landið samstundis við í kapprenningini við Kina, sum eisini arbeiðir við ætlanum um at lenda við rúmdarfólki á Mánanum.

 

Japanski forsætisráðharrin segði í dag, tá hann legði fram landsins rúmdarætlan, at Japan eisini hevur ætlanir um at senda landsins fyrsta ómannaða rúmdarfar til Mars longu í 2024.

 

Ómannaða japanska Mars-verkætlanin kemur næstan fýra ár eftir, at Kina setti sítt fyrsta akfar á Mars, tá kinesiska tólmennið - ella robotturin, Zhurong - lendi á Mars í mai mánaði í ár.

 

Tá gjørdist Kina næsta landið, sum lendi við einum akfari á planetuni. Frammanundan hevði bert USA sett akfør á Mars, harav tvey teirra framvegis eru virkin - Perseverance, sum lendi fyrr í ár og Curiosity, sum hevur koyrt á Mars síðan 2012.

 

Sovjet lendi eisini á Mars við einum akfari longu í 1971, men landið misti eftir stuttari tíð sambandið við akfarið.

 

Japansku rúmdarætlaninar vórðu lagdar fram í morgun - bert eina viku eftir, at japanski miljarderurin, Yusaku Maezawa, kom aftur av altjóða rúmdarstøðini, ISS, har hann tá hevði verið í 12 dagar.

 

 

 

Japanski miljarderurin, Yusaku Maezawa, kom herfyri aftur av altjóða rúmdarstøðini, ISS.