Japanar vilja hava kreppustjórn

Flestu japanar vilja hava teir báðar størstu politisku flokkarnar at skipa samgongu, so teir í felag kunnu loysa teir ovurstóru trupulleikarnar, sum landið er komið í. Í einari meiningakanning siga 64 prosent av teimum spurdu, at stjórnarflokkurin Tann Demokratiski Flokkurin eigur at skipa samgongu saman við Liberaldemokratiska Flokkinum.

Fyri 14 døgum síðani bað Naoto Kan, forsætisráðharri, formannin í Liberaldemokratiska Flokkinum, Sadakazu Tanigaki, koma upp í stjórnina, men hann tók ikki av tilboðnum.

Liberalu demokratarnir hava annars stýrt Japan at kalla uttan slit síðani 1950, til teir taptu valið í 2009, tá Tann Demokratiski Flokkurin vann valið.

Myndugleikarnir í Tokyo søgdu í gjár, at teir hava fingið tamarhald á geislavirkna lekanum á Fukushima-kjarnorkuverkinum. Samstundis kunngjørdu teir, at jarðskjálvtin og flóðaldan hava helst kravt umleið 27.000 mannalív.