Sum ein beinleiðis avleiðing av jarðskjálvtanum og flóðalduni tann 11. mars hava japanar gjørt av at kanna, hvussu sterk kjarnorkuverkini eru. Fjølmiðlarnir í Japan skriva í dag, at Banri Kaieda, búskapar-og ídnaðarmálaráðharri, hevur givið boð um at kanna, hvussu væl kjarnorkuverkini eru før fyri at standa ímóti einum møguligum komandi jarðskjálvta.
Samstundis hevur ráðharrin vissað japanar um, at nóg mikið verður av streymi í summar. Vanliga brúka japanar serliga nógvan streym um summarið, tí fyritøkur og húsarhald brúka luftkøliskipanir.
Japan fekk stórar trupulleikar við streymveitingini aftan á vanlukkuna tann 11. mars, tí nógvir kjarnorkureaktorar sløknaðu ella vórðu sløktir. Sum er eru bara 19 av teimum 54 reaktorunum í gongd, og fleiri skulu sløkkjast í næstum orsakað av viðlíkahaldi ella eftirliti. Tí hava myndugleikarnir biðið fyritøkur og privatfólk spara streym.