Japanar mintust vanlukkuna

Klokkan 05.45 í morgun okkara tíð var tøgn í Japan til minnis um tey, sum fórust í jarðskjálvtanum og flóðalduni fyri einum ári síðani. Øll tok steðgaðu, fólk stóðu still á gøtuni boygdu høvur í tøgn við virðing fyri teimum meiri enn 19.000, sum doyðu í vanlukkuni.

Í høvuðsstaðnum var stórt minningarhald, har Akihito keisari og Yoshihiko Noda, forsætisráðharri, hildu røðu. Har var ein stórur pallur, sum var prýddur við hvítum blómum, og ovast veitraði tað japanska flaggið.

Akihito keisari segði í røðu síni, at Japan fer ongantíð at gloyma vanlukkuna, og hann legði dent á tey menniskjaligu bondini, sum knýttu fólkið saman aftan á vanlukkuna. Keisarin segði, at tað fer at taka langa tíð at endurbyggja tað, sum bleiv lagt í oyði.

-Eg vóni, at hvør einstakur fer at hava samhuga við teimum, sum vórðu rakt av vanlukkuni, og at hvør einstakur framhaldandi fer at hjálpa teimum til at fáa tað betur, segði keisarin í røðuni.