Japanar minnast Hiroshima-bumbuna

Í dag eru 62 ár, síðani amerikanarar sleptu kjarnorkubumbuni niður yvir Hiroshima. Klokkan 8.15 lokala tíð í morgun boygdu fleiri hundraðtúsund japanar høvur til minnis um tey, sum doyðum tá amerikanarar sleptu kjarnorkubumbuni niður yvir Hiroshima kl. 8.15 tann 6. august í 1945.

Í sjálvum Hiroshima vóru fleiri tíggjutúsund fólk komin saman í morgun til minningarhaldið, og borgarstjórin fýltist á, at USA ger ov lítið fyri at avmarka møguleikarnar hjá londum at fáa sær kjarnorkuvápn. Tadatoshi Akiba, borgarstjóri, segði eisini, at tað áliggur japonsku stjórnini at arbeiða ímóti øllum kjarnorkuvápnum.

Tríggjar dagar eftir Hiroshima tveittu amerikanarar eina kjarnorkubumbu niður yvir japanska býin Nagasaki, og seks dagar seinni gavst japanski herurin við krígnum.