Japanar í øðini um neyðtøkur

Nógvir japanar vilja hava amerikonsku hermenninar av landinum, eftir at tveir amerikanskir hermenn hava neyðtikið tvær kvinnur á oynni Okinawa

Tólv dagar eftir at ein amer­ikanskur hermaður bleiv skuld­settur fyri at hava neyðtikið eina 14 ára gamla japanska gentu á oynni Okinawa, er ein annar amer­ikanskur hermaður skuld­­settur fyri at hava neyð­tikið eina 21 ára gamla kvinnu á somu oyggj. Kvinn­­an, sum er ættað av Filipsoyggjunum, varð neyð­­tikin á einum hotelli mána­­­dagin, skrivar ja­panska tíðindastovan Kyodo.

USA hevur 40.000 her­menn í Japan, og helm­ing­urin av teimum hava støð á oynni Okinawa. Amerik­an­ararnir hava yvirhøvur verið væl lýddir á oynni, men tær báðar neyðtøkurnar hava fingið øði í fólk, og altsamt fleiri vilja hava teir amer­ikonsku hermenninar burtur haðani.

Tíðindini um tær báðar neyðtøkurnar hava eisini fingið øði í fólk aðrastaðni í Japan, og í høvuðsstaðnum Tokyo hava fólk gingið kravgongu við kravi um, at teir fremmandu hermennin­ir skulu koyrast av land­in­um.

Málið hevur eisini fingið nógva politiska umrøðu, og Yasuo Fukuda, forsætis­ráð­harri, hevur sagt, at hann fer at taka málið fram, tá Condoleezza Rice, uttan­rík­isráðharri, kemur til Japan í næstum.