Japanar eru givnir at veiða stórhval á hesum sinni, sjálvt um hvalabátarnir hava fingið minni enn ein triðing av tí, sum ætlanin var at veiða. Myndugleikarnir góvu hvalabátunum loyvi til at skjóta 900 hvalir, men teir hava bara fingið 267.
Japonsku myndugleikarnir geva djóraverndarfelagsskapum skyldina av, at hvalabátarnir ikki fingu meiri burturúr, men veðrið hevur eisini verið sera ólagaligt og hevur darvað bátunum nógv, skrivar BBC.
Felagsskapurin Sea Shepherd hjá tí navnframa Paul Watson hevur havt skip í Suðuríshavinum at órógva teir japonsku hvalabátarnar í vetur, og fleiri samanbrestir hava verið. Sambært BBC er Paul Watson væl nøgdur við, at japanar bara fingu ein góðan fjórðing av kvotuni.