Manningin umborð á japanska hvalaveiðuskipinum, Shonan Maru 2 sigur, at Ady Gil ikki helt av á opnum havi Manningin umborð á japanska hvalafangaranum, Shonan Maru 2 heldur fast við, at katamarunurin hjá Sea Shepherd, Ady Gil ikki helt av á opnum havi, og tí sjálvur høvdu skyldina av, at teir blivu ásigldir. Hvalaveiðumennirnir hava sjónbandsupptøkur sum vísa, at Ady Gil siglir fyrst spakuliga, og setur síðani fulla ferð á, beint áðrenn Shonan Maru 2 siglir á teir.
Leiðarin fyri australsku deildina hjá Sea Shepherd, Jeff Hansen er tó rúkandi ósamdur við tí, sum japonsku hvalaveiðumennirnir føra fram. - Shonan Maru 2 sigldi beint á okkum. Teir koyrdu fulla ferð á, og teir tóku ein part av skrokkinum við sær, sigur Jeff Hansen til australsku tíðindastovuna, AAP. Enn flýtur Ady Gil omaná, men møguleikarnir fyri at báturin fer at taka nógvan sjógv inn og søkka eru stórir, staðfestir Jeff Hansen
Seks fólk eru umborð á Ady Gil, men eingin av teimum fekk mein. - Vit hava filmað alt, og vit ætla at melda tilburðin til myndugleikarnar, sigur Jeff Hansen. Talan er um mest álvarsama samanstoytin millum Sea Shepherd og ein japanskan hvalaveiðubát í mong ár. Á hvørjum ári leggur Sea Shepherd nógv fyri, fyri at steðga japansku hvalaveiðuni.
Tað ber til at síggja sjónbandsupptøkur frá hendingini við at fara inn á norsku heimasíðuna: www.dagbladet.no/2010/01/06/nyheter/utenriks/hvalfangst/batkrasj/9791961/









