Japanska stjórnin hevur vrakað eitt uppskot frá leiðsluni í Altjóða Hvalaveiðinevndini, sum ásetti, at Japan skuldi skerja sína stórhvalaveiði í Suðurhøvum munandi, men at landið skuldi fáa eina minni vinnuliga kvotu har og í Kyrrahavinum afturfyri.
Japanski fiskimálaráðharrin, Hirotaka Akamatsu, sigur við AP-tíðindastovuna, at stjórnin fegnast um, at Japan kann halda fram at veiða hval, men at landið kann ikki góðtaka, at veiðan í Suðurhøvum skal skerjast so nógv, sum Hvalaveiðinevndin ætlar.
Uppskotið hjá leiðsluni í IWC ber í sær, at japanska hvalaveiðan í Suðurhøvum skal skerjast 75 prosent tvey næstu fimm árini, og at landið skal fáa eina minni kvotu í Kyrrahavinum ístaðin fyri.









