Fríggjadagin samtykti tjóðartingið í Japan eina lóg, ið lovar stjórnina at senda hernaðarligar herdeildir í kríggj í øðrum londum, tá talan er um at verja tjóðina ella áhugamál hjá teirra sameindu.
Harvið uppgav Japan sín leiklut sum ímyndin av politiskari pasifismu ella friðarhugsjón, ið teir hava havt síðani amerikanarar áløgdu japanum, orsaka teirra leiklut í 2. veraldarbardaga, at staðfesta í teirra grundlóg, at landið ikki hevur loyvi at loysa altjóða ósemjur við hernaðarligi megi.
- Japanska fólkið uppgevur kríggj sum ein sjálvstøðugan rætt hjá tjóðini og hóttanina av nýtsluni av makt sum amboð at loysa altjóða ósemjur, stendur í grundlógini frá 1947.
Síðani hevur Japan verið fyridømi hjá talsmonnum fyri friðarligari samtilveru millum heimsins tjóðir, og víst hevur verið á, at orsøkin til búskaparligu og tøkniligu framgongdina hjá Japan síðani 2. veraldarbardaga, er tí landið hevur ongar hernaðarligar útreiðslur.
Seinastu fimtan árini er støðan so líðandi broytt, sum rætturin til sjálvverju er vorðin tulkaður meira liberalt, og fríggjadagin var so seinasta stigið tikið í eini langari tilgongd, ið endaði við, at landið vendi friðarhugsjónini, ið hevur eyðkent landið síðstu hálvu øldina, bakið.
Nærmastu grannarnir hjá Japan, Kina og Suðurkorea, hava longu funnist at nýggju lóggávuni. Tað er kanska heldur ikki óvæntað, tí júst tey bæði londini eru millum tey, ið Japan hevur hertikið í 20. øld, og kenna harvið sviðan av japanskari hermegi.










