Japan sendi stríðsflogfør eftir kinesiskum flogfari

Japanska loftverjan sendi í morgun jagaraflogfør eftir einum kinesiskum flogfari (myndin), sum var komið inn í loftrúmið við oynna Senkaku, sum bæði londini kanna sær. Sambært uttanríkisráðnum í Tokyo hevur stjórnin eisini sent kinesisku stjórnini eitt mótmæli.

Oyggin Senkaku, sum kinesarar kalla Diaoys, hevur elvt til ein støðugt veksandi spenning millum tey bæði londini, og í Kina hevur stríðið vakt gomul minni um japanska harðskapin í Kina undan og undir seinna heimsbardaga.

Í dag ýla loftávaringarlúðrarnir í kinesiska býnum Nanjing til minnis um, at 75 ár eru liðin, síðani japanski herurin tók seg in í býin, har 300.000 fólk lótu lív. Kina hevur fleiri ferðir fýlst á, at Japan ikki vil biðja um umbering fyri brotsverkini hjá herinum.