Japan njósnast í luftini

Japanar skutu í gjár eina rakett við tveimum njósnarafylgisveinum út í atmosferuna . Eygleiðarar halda, at japanska stigið fer at møta mótstøðu í Norðurkorea, og at norðurkoreanar ivaleyst fara at vísa sína misnøgd við at royna eina langtberandi rakett.
Upprunaliga ætlaðu japanar at senda ein ella tveir njósnarafylgisveinar í ringrás um Jørðina longu í 1998, men ætlanin varð løgd til viks, tá Norðurkorea sama árið sendi eina langtberandi rakett tvørtur um Japan út í Kyrrahavið. Táverandi stjórnin í Tokyo valdi at útseta fylgisveinaætlanina fyri ikki at økja spenningin millum tey bæði londini.
Longu áðrenn teir báðir japansku njósnarafylgisveinarnir vórðu sendir út í gjár, hevði norðurkoreanska stjórnin boðað frá, at hon metir japanska stigið sum eitt fíggindaliga sinnað tiltak. Herfyri skutu norðurkoreanar tvær stuttberandi rakettir út í Japanska Havið.