Stríðið millum Japan og Kina um nakrar oyggjar í Eysturkinesiska Havinum kann fáa eina vend nú, tí í dag frættist, at japanska stjórnin og tey, sum eiga jørðina á oyggjunum, hava gjørt semju um, at stjórnin skal keypa oyggjarnar.
Talan er um tríggjar oyggjar, og talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Tokyo sigur, at stjórnin skal keypa oyggjarnar fyri umleið 150 milliónir krónur. Sambært talsmanninum hevur stjórnin góðkent avgerðina á fundi í dag.
Tað er ikki greitt, hvat Kina sigur til tað seinasta stigið hjá stjórnini í Tokyo, men tað er eingin ivi um, at Kina fer at koma við einum svari, skrivar AFP.