HM Bólkur F
Alt bendi annars á sigur til Japan, eftir at eitt innlegg frá Nakamura slapp at ferðast beina leið í málið. Ivaleyst átti australski málverjin fríspark á vegnum, men hóast mótmæli, so læt dómarin ikki við seg koma.
Japan royndi av øllum alvi at halda fast, og fram til seinastu seks minuttirnar tóktist hetta at skula eydnast.
Innskifti Tim Cahill gjørdist tó stóra hetjan hjá Australia. Fyrst kundi hann gera sær dælt av risa-villu hjá japanska málverjanum, og síðani sendi hann sera vakurt skot av brotsteigarmarkinum á stólpan og inn.
Seinasta seymin setti John Aloisi í, tá Japan royndi at flyta nógv fólk fram í royndunum at javna.










