Hóast tað er tjúgu ár síðan, at Bruce Willis og hansara toymi av rúmdarmonnum lendu á eini smágongustjørnu í filminum Armageddon, so hevur tað enn aldrin eydnast einum rúmdarfari at lenda á eini smágongustjørnu og venda aftur til jørðina.
Men tað er líkt til at broytast nú. JAXA, ið er japanska rúmdarstovnurin, kappast í løtuni við NASA, amerikanska rúmdarstovnin, um at vera fyrst at seta eitt rúmdarfar á eina smágongustjørnu, taka royndir og venda aftur til jarðar. Tað skrivar CNN.
Í næsta mánað fer JAXA at senda eitt ómannað far til Ryugu, eina smágongustjørnu, ið er 300 milliónir kilometrar frá jørðini. Talan er um rúmdarfarið Hayabusa-2, sum í løtuni er í umfar um smágongustjørnuna.
Rúmdarfarið brúkti hálvtfjóðra ár um ferðina til gongustjørnuna og hevur verið í umfar um hana síðan juni.
21. september er ætlanin, at eitt minni far frá rúmdarfarinum skal lenda á smágongustjørnini, har tað skal samla nakrar royndir og gera ymiskar kanningar. 3. oktober skal eitt annað far frá Hayabusa-2 eisini seta seg á smágongustjørnina.
Seinni er ætlanin, at rúmdarfarið sjálvt skal lenda á smágongustjørnini og spreingja eitt hol í hana. Hetta verður gjørt fyri at fáa royndir frá smágongustjørnini, ið ikki hava verið í samband við rúmdina.
Um hetta eydnast, so verður tað sambært JAXA fyrstu ferð, at eitt rúmdarfar megnar at lenda á eini smágongustjørnu og venda aftur til jørðina. Eftir ætlan verður Hayabusa-2 aftur í 2020.
Japanar eru tó ikki teir einastu, ið royna hetta, men hevur NASA eina líknandi verkætlan. Teirra rúmdarfar verður tó ikki væntandi ikki aftur á jørðini fyrr enn í 2023.