Japan vil sostatt ikki gera eftir úrskurðinum hjá Altjóða Dómstólinum, sum fyri einum góðum ári síðani kom til ta niðurstøðu, at japanska hvalaveiðan í Suðurhøvum er í stríð við galdandi reglur, og at hon tí skuldi steðga alt fyri eitt.
Fyri fýra vikum síðani fekk japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, øði í djóravinir og onnur, tá hann kunngjørdi, at Japan fór at taka hvalaveiðina uppaftur.
Men hóast fleiri mótmæli valdi stjórnin í Tokyo at lata hvalabátarnar loysa aftur.










