Januzaj fær troyggjunummarið hjá Giggs

Í dag varð kunngjørt hvat nummar teir ymisku spælararnir hjá Manchester United skulu hava hetta kappingarárið

Ungi talentfulli, belgiski spælarin Adnan Januzaj skal hava troyggjunummarið, sum Manchester United legendan, núverandi hjálparvenjarin hjá Manchester United, Ryan Giggs hevði árini millum 1993 og 2014.

 

Hetta gjørdist greitt, tá Manchester United í dag almannakunngjørdi hvat troyggjunummar teir ymisku spælararnir skulu hava komandi kappingarárið. 

 

Adnan Januzaj verður roknaður at verða tað størsta talentið hjá Manchester United. 

 

Ný innkeypti Luke Shaw skal hava nummar 3, meðan Ander Herrera skal hava nummar 21.