Ætlanirnar hjá Janus Wiberg Mortensen um at royna seg á donskum og í danska tónleikalívinum eru nú um at gerast veruleiki. Eitt lag er spælt inn, ið kallast Når Lyset Rammer Dig, sum Hans Marius Ziska hevur skrivað, og verður tað í næstum sent á danska marknaðin.
- Tað byrjaði í januar í ár, tá Hans Marius Ziska og eg tosaðu um hetta við at royna seg uttanfyri landoddarnar, sigur Janus.
- Marius gav mær nøvini á trimum tónleikaframleiðarum. Søren Balsner, sum er framleiðari og bassleikari í Carpark North, var áhugaður. Hann arbeiðir við øllum donsku stjørnunum, sum Burhan G, Medinu og øðrum. Hann var tann eg fegin vildi samstarva við, men sum eg ikki væntaði at sleppa at samstarva við, sigur Janus.
- Fyrst varð eitt lag á enskum innspælt, men so vildi Søren hava Marius at skriva eitt lag, sum vit kundu nýta á danska marknaðinum, og hann var hugtikin av samstarvinum hjá mær og Marius, tá Marius kom við Når Lyset Rammer Dig. Saman við Søren eru vit nú eitt toymi, sum samstarvar um tónleikin, greiðir Janus frá.
- Vit skulu nú hava eina sonevnda pre-release konsert fyri fólki í tónleikavinnuni, og tann 18. september eru vit gestir í sjónvarpssendingini Go’ Morgen Danmark, sigur Janus.
Tað eru eini 20 fólk, sum so ella so arbeiða við ætlanini at vinna sess á ovastu rókunum í danska tónleikalívinum.
- Eg veit ikki um eg havi júst rætta talið, men tað eru sera nógv, sum arbeiða við hesi ætlanini. Vit hava t.d. eitt felag, sum arbeiðir fyri okkum við at taka sær av sosialu miðlunum, so sum facebook, Instagram og øðrum. Eitt annað felag tekur sær av fáa okkum fram í sjónvarpi og í tíðindameldrinum yvirhøvur, men uppaftur ein annar tekur sær av at fáa tónlekin fram á talgildum pallum, sum t.d. Spotify, greiðir Janus frá.
- Vit hava fingið fleiri fyrispurningar um plátusáttmála, men vit vilja royna at fáa eitt hitt, áðrenn vit skriva undir uppá nakað, sigur Janus, sum eisini sigur tað vera sermerkt at skula syngja á donskum.
- Vit royna okkum við einum sangi í senn, sigur Janus Wiberg Mortensen, sum er spentur uppá at royna seg í donskum sjónvarpi í september.
Fyrst í august kemur Søren Balsner til Føroya, og tá verða upptøkur til sjónbandalag gjørdar í Klaksvík, og verða hesar upptøkur nýttar, tá lagið verður ført fram í Danmark.
##med2##
##med3##
##med4##