Janus Wiberg Mortensen verður millum teirra, sum fer at kína okkara oyru til Okkara Voxbotn 2020.
Janus hevur staðfest seg sum ein risa á føroyska tónleikapallinum. Í 2014 gav hann út fløguna “Breathing”, sum stóð seg væl í føroysku lurtunum. Men tá ið hann í 2017 gav út lagið “Mítt vakra Føroya Land” var leyst og liðugt. Janus gjørdist ein hin bjartasta stjørnan á føroyska tónleikahválvinum, og er lagið vorði eitt hitt best umtókta nakrantíð á klattunum, síðani Frændir sungu so fagurt um oyggjarnar. Fyri kortum, gjørdi hann tað aftur, tá hann gav út lagið “Life is Like a Symphony”. Lagið fekk sjálvt tey harðastu hjørtini at blotna, og er lagið óvanliga væl dámt.
Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma, Signar og John, Swangah, Sam Feldt og Tungevaag fara á framføra á Okkara Voxbotn 2020.