Í gjár kom Janus Wiberg Mortensen á danska markanðin við lagnum Når Lyset Rammer Dig, ið er úrslit av samstarvi millum Janus, Marius Ziska og Søren Balsner.
Søren Balsner er tónleikaframleiðari, og eisini kendur sum bassleikari í Carpark North.
Í gjár var Janus Wiberg sera spentur uppá, hvussu danir fóru at taka ímóti Når Lyset Rammer Dig, tí tað liggur sjálvsagt nógv arbeiði í hesi stóru verkætlan.
Í danska blaðnum B.T. stóð t.d. í gjár grein um Janus, og um hvussu dreymurin um at vinna danska marknaðin kom nærri, tá Janus hitti fyrimyndina Søren Balsner, og tá teir gjørdust vinmenn og fóru at samstarva.
Annars letur Janus Wiberg í dag væl at, nú fyrsti dagurin er farin framvið, har Janus Wiberg er tøkur á danska marknaðinum.
- Tað hevur gingist sera væl, segði Janus Wiberg í morgun, og hann fegnast um, at lagið er spælt á fleiri útvarpsrásum.
Greinin í B.T. kann lesast her: