Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Dímunargarði. Søgan er, at Janus, Erla og børn nú eru flutt til Vestmannar at búgva.
- Henda ætlan hevur verið í umbúnað í eina tíð, og nú slaktið er liðugt, er hetta veruleiki.
Á Dímunargarði verður sagt, at Janus og familjan hava búð í Stóru Dímun síðan 2010. Meðan tey hava búð her, hava tey fingið trý børn, Óla Jákup (10), Andrea (8) og Tórur (6).
Á Dímunargarði eru tey takksom fyri hesi árini, sum Janus og familjan hava arbeitt á garðinum, og tey vænta at síggja familjuna út í Stóru Dímun av og á.
- Sjálvandi fara vit at sakna tey almikið, men vit gleðast samstundis teirra vegna og ynskja teimum blíðan byr í nýggju tilveruni, verður lagt aftrat.











