Frælsur ítróttur
Sunnudagin skipaði Hvirlan fyri kastikapping. Enn er tað kastivøllurin við Eysturskúlan, sum er karmur um hesa, og vóru fýra luttakarar við í kappingini.
Millum hesar var Rógvi Højgaard, og var hetta fyrsta kapping hansara, síðani hann fyri tveimum mánaðum síðani meiddi sær armin. Tað bar eisini við sær, at Rógvi var sera varin, og kastaði hann einans tríggjar ferðir, áðrenn hann valdi at gevast.
Hóast drúgva steðgin frá spjótkastinum, so kastaði Rógvi 52,58 metrar, sum er eitt rættilgia gott úrslit. Ungi Janus Jakobsen bøtti um sítt einans tríggjar vikur gamla persónliga met tá hann í síðsta kastinum fekk spjótið út á 44,85 metrar.
Í hamarkast vísti Randi at hon aftur er við at stabilisera teknikkin eftir nakrar vikur av meira óstøðugum úrslitum. Hon kastaði hamaran út á 35.77 m, sum er besta úrslit síðan 30. mars í ár, tá hon setti verandi felagsmetið, ið er 36.95 m. Heri betraði um felagsmetið við nøkrum centimetrum tá hann kastaði hamaran út á 44.97.
---
Úrslitini
Spjótkast
Havn kast met
Rógvi Højgaard 52,58 Felagsmet
Janus Jakobsen 44,85 Persónligt met
Randi Kúrberg 30,08
Klingruvarp
Heri Ziska 41,11
Rógvi Højgaard 29,63
Janus Jakobsen 20,89 Persónligt met
Sleggjuvarp
Heri Ziska 44,97 Felagsmeg
Randi Kúrberg 35,77
Rógvi Højgaard 29,77
Janus Jakobsen 19,65









