Teir tríggir føroyingar smurdu mótstøðuliðið av í Team Ninja Warrior kappingini, sum varð send á Kanal5 í kvøld.
Tey trý eru tí komin í finaluna, har tey skulu kappast ímóti tveimum øðrum liðum.
Øssur Debes Eiriksfoss setti met sum tann skjótast at koma ígjøgnum forðarbreytina.
Team Ninja Warrior er kapping, har tey luttakandi kappast í tí tey kalla heimsins truplasta forðabreyt. 24 lið eru í kappingini, og trý eru á hvørjum liði.
Føroyska liðið, sum í kvøld kom í finaluna, kalla tey »Team Søpapegjøje«.
Við at trýsta á pílin á myndini síggja vit eit lítið klipp við Øssuri Debes Eiriksfoss – og um hetta klippið skrivar Kanal 5 soleiðis:
– Ongantíð hava vit sæð nakað líknandi – Øssur frá Team Søpapegøje setur met á breytini upp á eitt sindur meira enn 35 sekund!