Janus Rein vil ikki vera við í politiskum sjónleiki

Janus Rein tímir ikki at vera við til bara at píska ein stemning upp ímóti løgmanni

- Tað ljóðar rættiliga ógvusligt at seta ein kanningarstjóra og tað veit eg ikki um eg taki undir við.

Tað sigur Janus Rein uttanflokkatingmaður.

 

Sum tað sæst í samrøðu við Høgna Hoydal her á www.in.fo, kannar andstøðan møguleikan fyri at fáa ein kanningarstjóra at kanna løgmann.

 

Tað skulu tveir fimtingar av løgtinginum til at fáa kanningarstjóra. Tað eru 14 tinglimir og tískil mugu Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava Janus Rein við, annars hava teir ikki nóg mikið av atkvøðum.

 

Men hóast tað, at alt stendur og fellur við Janusi Rein staðfesti hann fyri eini lítlari løtu síðani, at ongin hevur tosað við seg um kanningarstjóra.

 

- Vilja tey hava mína undirtøku fyri einum kanningarstjóra, mugu tey senda boð eftir mær á fund og geva mær eina góða grundgeving fyri, hví tað er rætt.

 

- Føli eg hinvegin, at fremsta endamálið við einum kanningarstjóra, er bara at píska ein stemning upp ímóti løgmann, havi eg ikki hug at vera við til at brúka nógvar almennar pengar upp á tað, leggur hann afturat.

 

- Eg skal sannførast um, at tað er rætt. Men lukti eg, at tað er bara fyri at spæla politiskan hund, tími eg ikki at vera við, sigur Janus Rein.

 

- Komi eg til ta niðurstøðu, at tað er grundarlag fyri einum kanningarstjóra, skal hann sjálvandi setast.

 

- Men er talan hinvegin bara um ein politiskan sjónleik fyri almennar pengar, taki eg ikki undir við tí tað er dýrt at seta kanningarstjóra, leggur hann afturat.

Les eisini:

 

Bill Justinussen: Kári visti, hvat hann gjørdi

Skorheim: Skeivt at siga Kára úr starvi

Hoydal: So lætt skal løgmaður ikki sleppa

Kári metir um støðuna

Kaj Leo: Politisk órógv feldi Kára

Skorheim fer úr tinginum

Kári P. Højgaard fingið sekkin