Janus Rein gevst at flúgva

- Nú er flogskiparabúnin hjá mær hongdur í klædnaskápið fyri seinastu ferð, sigur Janus Rein.

 

Janus Rein, sum bæði er kendur úr sínum borgarliga starvi sum flogskipari og sum politikari, skrivar fyri løtu síðan á sínari Facebook-síðu, at nú er flogskiparabúnin hongdur í klædnaskápið fyri seinastu ferð.

 

- Vegna áhaldandi heilsutrupulleikar havi eg verið noyddur at ásanna, at yrkisleið mín sum flogskipari er komin at enda. Tað eru nærum 19 ár síðan, eg fyrstu ferð setti meg við stýripinnin í einum flogfari, og fyrr í summar var so seinasti dagurin.

 

Hann sigur, at tað er ein serstakliga løgin kensla ikki longur at vera í starvi sum flogskipari.

 

- Eg vil takka starvsfeløgum og viðskiftafólkum hjá Atlantic Airways fyri mangar góðar løtur og nógv góð minni. Eg havi í mínum starvi sum flogskipari altíð borið flogskiparabúnan við stoltleika og lagt serligan dent á, at ferðafólkini í flogfarinum hjá mær skuldu kenna seg trygg og væl.

 

Janus Rein takkar inniliga fyri allar tær persónligu afturmeldingarnar, sum hann ígjøgnum árini hevur fingið frá teimum ferðandi.

 

- Eg eri takksamur fyri árini, eg fekk sum flogskipari, men nú liggja so nýggjar leiðir fyri framman. Hvat eg fari at takast við, veit eg ikki. Man plagar at siga, at tá ein hurð letur aftur, lata aðrar upp.

 

Hann heldur fyri, at hetta orðatak er mest ein "kliché", sum hann tekur til, men at tað kortini ofta vísir seg at vera so.

 

- Eg eri takksamur fyri at hava arvað minnið hjá pápa mínum. Hetta hevur verið ein góður førningur í ymisku útbúgvingunum, eg havi tikið. Lærdómur er lættur at bera – kanska onkur av hesum lærdómum nú fara at koma til sín rætt.

 

At enda sigur Janus Rein, at talan er ikki um lívshættisligar heilsutrupulleikar, sum hann dregist við, men at hetta eru trupulleikar, sum hava við flúgving at gera.