Janus Rasmussen hevur fingið virðisløn sum ársins sangari/einleikari til FMA 2020. Hann fekk eisini virðislønina sum Ársins framleiðari.
Hann kom ikki á pallin, tí hann er ikki í Føroyum í løtuni. Í staðin sendi hann eina videoheilsan úr Íslandi.
– Tað hevur sera nógv at siga. Eg vil takka nógvum fólki. Sakaris Emil Joensen, og so eisini mammu og babba. Hugnið tykkum í kvøld! segði hann.
Janus Rasmussen hevur gjørt nógv um seg seinastu árini á elektroniska pallinum. Hann er serliga kendur frá bólkunum Byrta og Kiasmos.