Janus Rasmussen á Nordic Playlist

Tvær vikur á rað hava føroysk íkast verið í íslendsku umboðunum á Nordic Playlist, hesa vikuna er tað Bloodgroup við føroyska oddamanninum Janusi Rasmussen.

Tvær vikur á rað hava føroysk íkast verið í íslendsku umboðunum á Nordic Playlist, hesa vikuna er tað Bloodgroup við føroyska oddamanninum Janusi Rasmussen. Síðstu viku var Marius umboðaður saman við íslendska Svavar Knútur á lagnum “Tokan”.

Nordic Playlist, ið er átak hjá tónleikaútflutningsskrivstovunum hjá teimum fimm sjálvstýrandi Norðurlondunum, hevur til endamáls at seta sjóneykuna á tónleik í Norðurlondum og útbreiða hann kring heimin.

Hvørja viku fær ein úr tónleikaídnaðinum møguleikan at velja 10 løg úr Norðurlondum, ið viðkomandi vil viðmæla. Hesa vikuna er tað tónleikarin, plátuvendarin, framleiðaran, endurblandarin, tann finska elektro legendan Jori Hulkkonen, ið velur løgini og á hansara lista er lagið Mysteries Undone hjá  íslendsku Bloodgroup. Lagið er av fløguni Tracin Echoes, ið bólkurin gav út í fjør.

Skipanin er einføld at brúka og sameind við streamingtænasturnar Spotify, Wimp og Deezer, so tú bert trýstir á play, velur streamningtænastu og so hoyrir tú listan. Á streamingtænastunum kanst tú eisini melda teg beinleiðis til playlistarnar og fáa boð hvørja viku um nýggjasta listan.

Les samrøðu við Jori Hulkkonen og hoyr tónleikin her.


Listin hesa vikuna er:
A Ballet In The Sea  - Sans Parade [FIN]
uu uu uu - Jaakko Eino Kalevi [FIN]
The Beginning Of The End Of Us - Jay-Jay Johanson [SVØ]
Pocketful Of Money - Jens Lekman [SVØ]
Symfonisk Utviklingshemming - Prins Thomas [NOR]
Confirmation Bias - Skatebård [NOR]
Aether Tomas - Barfod [DAN]
Bohemian Soul (ft. Laid Back) Kasper Bjørke [DAN]
Polyesterday (Carl craig shot in the leg vox) - Gus Gus [ÍSL]
Mysteries Undone - Bloodgroup [ÍSL]