Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, og Jean Djurhuus, stjóri í Trygd, eru valdir í nevndina at umboða nýggja meirilutapartaeigaran í Vörði Umframt nevndarsessirnar í tryggingarfelagnum Vörði taka teir báðir eisini sess í nevndini fyri lívstryggingarfelagnum Vörði Líftrygginga hf, sum er ogn hjá Vörði, Føroya Banka og NBI.
Vörður Tryggingar hevur ein marknaðarlut á knapp 10 prosent í Íslandi. Felagið hevur 28.000 viðskiftafólk og 50 starvsfólk. Størsta tryggingarøkið er biltryggingar, men felagið veitir eisini bústaðartryggingar og nakað av vanlukku- og skipatryggingum.
Yvirtøkan av íslendska tryggingarfelagnum er ein liður í altjóða vakstraætlanini hjá Føroya Banka. Bankin rekur frammanundan tryggingarfelagið Trygd og styrkir við keypinum í Íslandi sítt tryggingarvirksemi og víðkar haraftrat um virksemið landafrøðiliga.
- Trygd hevur ment seg sera væl tey 10 árini, vit hevur rikið felagið. Felagið hevur havt góð úrslit og verður rikið á ein tílíkan hátt, at vit trygt víðka um virksemið á tryggingarøkinum við hesum keypinum, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka og nevndarformaður í Trygd.