Hann sýnir her fram einar 40 málningar og plakatir, ella sum hann tekur til: Hetta eru allar myndirnar, sum eg átti heima.
Henda framsýningin er í roynd og veru tann fjórða hansara ta seinastu tíðina.
Tað byrjaði við einari í Føringahúsunum í Keypmannahavn. Síðani hevur hann havt framsýning í Norðurlandahúsinum og SMS, og verður nú í hesi framsýningini fram til annan sunnudag.
Umframt myndirnar ber eisini til at ogna sær t-skjúrtur við myndevnum frá søgunum, sum hann hevur teknað til. Og gongst sum hann ætlar, er hetta tey fyrstu stigini til eina ætlan um at fáa sær eitt fast gallarí at arbeiða í.
Framsýningin á Áarvegnum er opin hvønn dag millum klokkan 10 og 18.
snorri@sosialurin.fo