Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag.
Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir í ÍBV tóku móti KA, ið hevði føroyska landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell í hópinum.
ÍBV vann dystin 34-30. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað lá væl fyri hjá heimaliðnum. ÍBV var á odda 18-12 í steðginum.
Janus var næstbesti málskjúttin hjá ÍBV við seks málum. Dánjal skoraði eitt mál fyri ÍBV.
Brunu Bernat vardi málið hjá KA størra partin av tíðini, men ta tíðina Nicholas vardi málið hjá KA í dag bleiv hann skrásettur fyri fýra bjargingar.
Allan Norðberg er framvegis uttanfyri hjá KA við skaða.
Komandi leygardag tekur ÍBV móti oddaliðnum, Vali úti í Heimey. Dagin eftir hevur KA heimadyst á Akureyri móti Gróttu.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Valur | 11 | 10 | 0 | 1 | 377:309 | 20 |
2 | Afturelding | 10 | 6 | 2 | 2 | 301:275 | 14 |
3 | FH | 10 | 6 | 2 | 2 | 291:285 | 14 |
4 | ÍBV | 11 | 6 | 2 | 3 | 368:334 | 14 |
5 | Fram | 11 | 5 | 3 | 3 | 328:322 | 13 |
6 | Stjarnan | 10 | 4 | 3 | 3 | 295:285 | 11 |
7 | Selfoss | 10 | 4 | 1 | 5 | 301:311 | 9 |
8 | Grótta | 9 | 3 | 2 | 4 | 251:249 | 8 |
9 | KA | 11 | 3 | 2 | 6 | 313:331 | 8 |
10 | Haukar | 10 | 3 | 1 | 6 | 290:284 | 7 |
11 | ÍR | 10 | 2 | 1 | 7 | 281:342 | 5 |
12 | Hörður | 11 | 0 | 1 | 10 | 317:386 | 1 |