Janus og Dánjal trygt víðari í Europa Cup kappingini

ÍBV vann ein 25 máls stórsigur á Donbas Mariupol í seinna dystinum

Liðið hjá Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus, ÍBV er trygt víðari í Europa Cup kappingini.

 

Ígjár vann ÍBV 36-28 á Donbas Mariupol úr Ukraina, og í dag vann ÍBV ein knúsandi 45-20 stórsigur á Donbas Mariupol. 

 

Í steðginum var ÍBV á odda 22-7.

 

Báðir dystirnir vóru leiktir úti í Heimey. 

 

Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 81-48 sigur til ÍBV. 

 

Í dag skoraði Dánjal trý mál, og Janus skoraði tvey mál fyri ÍBV. 

 

ÍBV er millum tey 32 liðini, ið eru eftir í kappingini.