Við kærleika hevjar hann gerandisevni til stóra list, sigur leiðarin á Listasavninum millum annað í heilsan til myndahøggaran Janus Kamban, sum í dag fyllir 95 Í heilsanini til slóðbrótandi listamannin, vísir leiðarin á Listasavninum, Helgi Fossadal víðari á, at grafisku verkini hjá Jansui Kamban hava eitt tíðarleyst einfeldi, sum enn í dag eru fyrimyndarlig í mátanum, stramma skapið á høggmyndini lyftir gerandismyndevnið upp í ein annan heim.
Eisini sambært listamaninum Bárður Jákupsson er tað sermerkta evnið at skapa sítt listaverk á ein óuppgjørdan hátt, sum er megintátturin í listini hjá Janusi Kamban
- Tað ótilgjørda, náttúrliga, tað greiða og sjálvsagda, eyðkennir hann sum listamann og menniskja, sigur Bárður Jákupsson og leggur afturat, at hjá Janusi Kamban koma listarligar neyðloysnir ikki upp á tal.
Men hóast Janus Kamban í listini er harðmøraður, kemur ein onnur góðslig síða av lyndi hansara fram í prátum við hann, har hann altíð er við tí góða orðinum, leggur Bárður Jákupsson dent á.
Eisini leiðarin á Listasavninum vísir á, at eisini sum menniskja hevur Janus Kamban útint almikið, tí hann ikki einans hugsar um sína egnu list, men altíð hevur hjálpt og stuðlað øðrum listafólkum í einsliga arbeiði teirra.











